Mótálop: HB vil hava Pingel

Sebastian Pingel var á veg til KÍ, men nú ljóðar, at HB ger enn eina roynd

Fyrr í vikuni skrivaði In.fo, at Sebastian Pingel er á veg KÍ. Sum skilst, so vóru partarnir komnir at kalla ásamt um eina avtalu, men nú ljóðar at HB er farið í mótálop og vil hava famherjan at halda fram í felagnum.

 

Les eisini: HB áleypari helst til KÍ

 

Stríðshugaði framherjin er ein væl lýddur spælari í HB, men higartil hevur felagið ikki longt sáttmálan við fleiri av spælarunum frá farna kappingarári. Ikki fyrr enn í gjár kom avtalan við Trónd Jensen upp á pláss, meðan Jóhan Troest Davidsen og Øssur Dalbúð eru farnir til NSÍ.

 

Sebastian Pingel kom til føroyskan fótbólt í  fjør, tá hann spældi við B36. Síðani skifti hann til HB, har hann í ár hevur verið ídnastu spælararnar. Hann tók lut í 25 dystum í landskappingini og skoraði níggju mál.

 

Onnur feløg, sum eru nevnd í samband við Sebastian Pingel eru EB/Streymur og Skála.