Má svara um trongu fíggjarstøðuna hjá skúlunum

Landsstýriskvinna í mentamálum, Rigmor Dam, skal nú svara fyri, um tað passar, at skúlarnir nærum onga játtan hava til vikartímar, um eitt nú ein lærari verður sjúkur.

 

Tað er fólkaflokstingkvinnan, Annika Olsen, sum hevur sett landsstýriskvinnuni ein skrivligan fyrispurning, nú hon sigur tað ljóða, at skúlaleiðslurnar kring landið eru í fíggjarligari trongstøðu, og at játtanin ikki røkkur.

 

Hon vil eisini hava at vita, um tað er rætt, at skúlarnir kring landið mugu skerja vikuskiftissamsýningina til lærarar, og um tað er rætt, at skeiðsluttøkan hjá lærarum er skorin úr trimum døgum niður í ein dag fyri hvønn lærara um árið.

 

Annika Olsen vil eisini hava at vita, um Mentamálaráðið hevur lagt upp fyri lønarhækkingini í játtanini til fólkaskúlan í ár, hóast Rigmor Dam í Løgtinginum herfyri segði, at játtanin til fólkaskúlan er nóg rúmsátt.