Tann eyðkenda troyggjan
Troyggjurnar eru allarhelst tað týdningarmesta, tá ið tosað verður um festivalar. Vit síggja hvørt ár eina ørgrynnu av vøkrum, bundum troyggjum, sum seta sín dám á festivalmótan. Allar troyggjur eru vælkomnar til festivalarnar. Tað vil siga, at alt frá heimabundnum troyggjum til G&G troyggjur er lov.
Kvinnuligir gummistilvar
Tað er altíð eitt gott hugskot at hava gummistilvar við á festival. Og sum flestum kunnugt er tað væl møguligt at ogna sær vakrar gummistilvar, sum rigga væl til kvinnur. Eitt nú merkið Hunter selir vakrar gummistilvar til kvinnur. Vilt tú tó sleppa undan at rinda ov nógv fyri stivlarnar, so kanst tú eitt nú fara á heimasíðuna nelly.com. Her eru fleiri vakrir gummistilvar, sum kosta áleið 2-300 krónur. Um tú velur at keypa tær bíligar gummistilvar, so er tað skilagott at taka nakrir plastposar við á festival, og lata teg í posan uttaná hosurnar – um so er, at gummistilvarnir fara at leka.
Vilt og rokaligt hár
Tað kann vera trupult at hava leyst, slætt hár til ein festival, tí stórur vandi er fyri regnið, og tær flestu vita allarhelst, at regn skjótt kann oyðileggja slætt hár. Tí er tað eitt gott hugskot at flætta hárið, ella krúlla tað við einum slættijarnið áðrenn farið verður á festival. Um hárið er krúlla ger regnið ikki stóran skaða. Ert tú tó troytt av krúllum og flættum, so kanst tú leita tær tað gamla kreppijarnið fram, tí kreppur eru komnar fram aftur í mótamyndina. Hartil er vilt og rokaligt hár nógv at síggja í ár, og tí kanst tú eisini bara gera hárið rokaligt og stórt, og síðani seta tað við hárspray, áðrenn farið verður avstað. Haraftrat kanst tú hava hárspray við í taskuni, og soleiðis fríska hárið upp hvønn dag. Umframt hetta er Motion Lotion – kremið hjá Kevin Murphy – sera gott til at fríska hárið upp, soleiðis at krúllurnar halda nakrir dagar.
Myrkar negl
Eitt gott ráð er at hava myrkt neglalakk við á festival, tí vit vita jú, at tað skal ikki nógv til, fyrr enn tjaldingarplássini á G! ella á Summar Festivalinum hava sett síni spor á neglirnar. Grønt er nógv at síggja í summar, so grønt neglalakk er eitt upplagt val. Vel ein myrkan grønan lit, sum kann fjala tað, sum ikki tolir dagsins ljós.
Mynd: negl
Sterkar litir
Mær dámar ótrúliga væl at síggja sterkar litir á einum festivali. Tað er onkursvegna ein frískur máti at lata seg í til útiveður og konsertir í regni. Í summar er tummilfingurreglan, at vit kunnu blanda tveir sterkar litir saman við einum basis liti. Eitt nú ljósareytt, appilsingult og svart riggar ótrúliga væl saman. Turrikløð í sterkum litum rigga altíð væl, so tað er bara at lata hugflogið ráða, og finna tveir litir, sum tær dámar væl, og seta hesir saman við einum basis liti.