Mýsnar í Nólsoy í vanda

Bjarti Thomsen
Á Píkutanga, Nólsoy, 19. mars 2005
?????????
Vindurin í Føroyum kemur oftast úr ættum millum sunnan og vestan. Hetta ber í sær, at osin frá skipum, sum liggja í Nólsoyarfirði, ofta verður borin inn yvir Nólsoyar bygd.
Osin frá diesel-maskinum er ein av størstu keldum til luftdálking og verður hildin at økja um heilsuvandan, eitt nú við krabbameini í lungunum. Ein spildurnýggj kanning staðfestir, at mús, sum andar í seg osan frá diesel-maskinum, fær ungar við broyttum arva-eginleikum (sí keldu niðanfyri). Sagt verður eisini, at slíkar genetiskar broytingar kunnu fáa patologiskar fylgir seinni í lívinum.
Myndugleikarnir í Havn tykjast onki at svara til klagur um, at russisku skipini í Nólsoyarfirði í heilum fara avstað við goggurúsum hjá útróðrarmonnum, at niðastu húsini í Nólsoy standa og rysta av motorduni, at fólk sunnudagar taka feil av kirkjuklokku og rustbankan, at klæðini á snórunum verða svørt av sóti og at fólk ganga bróstsjúk av osi frá russisku skipunum. Kann vera, at nólsoyingar eiga at finna seg í øllum órógvinum frá russisku skipunum, tí nú fáa teir part í havnapengunum, men vælsignaðu menn, fáið kortini skipini burtur, so at mýsnar í Nólsoy ikki koma í vanda.

Kelda: Reliene, R., et al. "Diesel exhaust particles cause increased levels of DNA deletions after transplacental exposure in mice." Mutat.Res. 570.2 (2005): 245-52.