Má á sjúkrahús í Danmark eftir ferðsluóhapp í Havn

Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent á Sundsvegnum í Havn. Løgreglan sigur, at talan var um ein tilkomnan mann, sum kom koyrandi á skutara eftir Sundsvegnum.

 

Men hann datt og fekk skaða í høvdið. Løgreglan sigur, at hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið og haðani eru boðini, at tað verður neyðugt at flyta hann til Danmarkar til serviðgerð.