Másin verður varðveittur

Sp/f Komet í Klaksvík eigur hægsta boð fyri Másan, sum Stransderðslan leingin hevur roynt at selt

Tað er nú greitt, at strandfarabáturin Másin, ikki verður høgdur upp.
Másin, sum varð smíðaður í 1959, og í áravís røkti siglingina millum Hvannasund, Fugloy og Svínoyar, orkaði ikki longur hesa sigling. Undantaksloyvi fekst ikki meira.
Tí lýsti Starndferðslan Másan til sølu.
Fyrru ferð eydnaðist sølan ikki, men aðru ferð bar til.
Leygardagin avgjørdi leiðslan á Strandferðsluni at selja Másan til sp/f Komet í Klaksvík fyri 26.000 krónur.
Formliga er Másin ikki seldur enn, og tí vilja eigararnir ikki siga nakað beint nú um, hvørjar ætlanir teir hava við 51 ára gamla bátinum, sum er einasti postbátur, ið eftir er.