Í fýra vikur hava tey elstu børnini á dagstovninum á Argjum arbeitt við eini verkætlan um fuglar. Tey hava verið úti í náttúruni og hugt at fuglum, á náttúrugripasavninum og sæð útstappaðar fuglar, lært føroyskar fuglasangir, teknað, málað, arbeitt við pappmaché og gjørt collagur.
Og í gjár settu tey krúnuna á verkið, við eini framsýning fyri foreldrunum.
Hansy Mouritsen, sum var ein av verkætlanarleiðarunum sigur, at hendan tíðin hevur verið óalmindiliga lærurík.
? Tað byrjaði við, at Guðrið Hansen, sum lesur í Íslandi kom higar í praktikk. Her skuldi hon so leiða eina verkætlan við børnunum, og valið fall á fuglar. Vit hava viðgjørt allar fuglar, bæði føroyskar, fuglar í búri og fuglar í Afrika, greiðir Hansy frá.
Í fýra vikur hava tey arbeitt við evninum, og alla tíðina hava tey arbeitt út frá støðinum hjá børnunum.
? Tey hava tímað so ótrúliga væl. Tí tey hava jú lært og upplivað nakað øðrvísi, sigur Hansy. ? Tey vita nú um fjøru, haga og bø , og hvørjir fuglar búleikast hvar. Vit hava eisini arbeitt við dálking, og hvussu tað ávirkar fuglarnar, sigur hon.
Í gjár løgdu tey so seinastu hond á arbeiðið, og bjóðaðu foreldrunum og miðlunum á framsýning. Foreldrini hava verið sera spent at síggja úrslitið av arbeiðnum, tí í fýra vikur hava børnini tosað um fuglar. Á framsýningini var bæði nakað fyri oyrað og eygað, og Hansy sigur, at okkurt tárið hómaðist, so rørandi vakurt og væleydnað var tiltakið.
? Fyrstu ferð vit arbeiddu á henda hátt var í fjør, tá vit høvdu evnið »Hagin«. Og hetta er avgjørt nakað, sum vit fara at gera aftur á hvørjum ári, tí hetta er óalmindiliga gevandi, bæði fyri børnini, okkum vaksnu og foreldrini, sigur Hansy at enda.
Við í verkætlanini vóru 15 børn í 5-6 ára aldri. Guðrið Hansen leiddi verkætlanina við hjálp frá Hansy Mouritsen og Bjørg Karsldóttir.
eys









