Mikukvøldið í næstu viku verður ungdómssendingin Mús aftur at síggja í føroyskum sjónvarpi.
Sendingin er í seks pørtum og verður víst hvørt mikukvøld tær næstu seks vikurnar.
Í mun til fyrru sendingarøðirnar, sum viðgjørdu m.a. internet, fer Músin hesaferð at snúgva seg um tónleik burturav.
Fólkini handan Músina høvdu í dag tíðindafund, har tey borðreiddu við einari smakkiroynd av tí komandi sendirøðini.
Smakkiroyndin bjóðaði pá mangt innan tónleik, m.a. nýggjastu tónleikaløgini, tónleikakapping millum vertirnar og hugsaninar frá fólkinum á gøtuni.
Høvuðsframleiðari er Bárður Eklund, sum eisini er kendur fyri tann, ið stóð fyri ungdómsportalinum mess.fo, og eisini kendur sum myndamaður. Hann hevur havt umleið 30 hjálparfólk ? nøkur teirra úr útlondum.
Fær sendingin gott ummæli, ætla tey at halda fram við sendingini eftir summarsteðgin.