Másin klárur til summarið

Másin var málaður bláur á bedingin í Klaksvík í farnu viku

 

Strandfaraskipið Másin var í farnu viku á beding í Klaksvík, har hann varð gjørdur klárur til summarsiglingina.

Umframt vanliga viðlíkahaldið skifti Másin eisini til nýggja strandfaralitin. Blái Másin fór av beding fríggjadagin og er nú farin aftur í sigling.

Meðan Másin var uppi á turrum røkti Súlan siglingina í norðasta parti av landinum.