Másin hvørvur spakuliga

Lítið er nú eftir av Másanum. Másin var strandfaraskip og helst síðsta træskip í hesum flotanum. Strandferðslan átti Másan, men fyri heilt fáum síðani varð Másin lagdur og síðani seldur.
Tá frættist, at nýggir eigarar ætlaðu at nýta hann í ferðavinnuni.
Men nú er skjótt at staðfesta, at Másin kemur ikki í sigling aftur, tí hetta far er nú til upphøggingar.

Tað tynnist nú í flotanum av træskipum, ið vórðu smíðaði á Tórshavnar Skipasmiðju. Norðlýsið siglir enn og á Tvøroyri liggur Kúrberg. Har ætlaðu menn at seta Kúrberg í stand, men fingu so ístaðin hendur á stásiliga Thorshavn, so nú er helst ilt at meta um, hvør lagnum hjá Kúrbergi verður.

Strandfaraskipið Másin varð smíðaður í fimtiárunum og røkti farleiðirnar í Norðoyggjum í mong ár.

Myndina av tí, sum eftir er av Másanum, tók Tórbjørn Jacobsen.