Svínoy: Ein fortreyt fyri livilíkindum í bygdini er, at sambandið til og frá verður betrað munandi.
Svínoyingar eiga fleiri ídnar talsmenn. Hesir hava víst á fleiri loysnir, m.a. at gera eina nýggja havn og at útvega eitt annað skjótari og meiri nýmótans ferðamannaskip. Onnur hava tosað um at gera ein undirsjóvartunnil út higar.
Felags fyri hesar loysnirnar er ynskið um, at svínoyingum verður tillutaðir sama atgongd til møguleikar og hentleikar á meginøkinum.
- Hetta er eitt ófrávíkiligt krav fyri at nøkur vón skal vera fyri bygdina. Møguleikin at ferðast við Másanum er ikki nóg góður til dagin í dag, sigur Regin.
- Másin dugir ikki í dag
Í løtuni er tað Másin sum røkir siglingina av Hvannasundi til Svínoy og Fugloy.
Skipið er sjógott og røkir siglingina væl, men krøvini í 1959, tá tað var latið av Tórshavnar Skipasmiðju og í dag, eru jú ikki tey somu.
Regin er fegin um at hava sjóvegis samband, men sum hann tekur til: - Við einum skjótt 50 ára gomlum skipi, noy, tað dugir ikki í dag!
Eitt av mongu ynskjunum er, at túrarnir vórðu lagdir soleiðis at fólk dagliga kundu ferðast millum heim og arbeiðspláss, eins og tey hava møguleika fyri á Kalsoynni.
- Tað er heilt sikkurt, at verður ikki okkurt gjørt fyri samferðsluna, so er eingin framtíð fyri bygdina.
- Sum er, er bygdin á markinum við bert 8 til 10 fólkum um veturin. So tú skilir, at her stendur ikki væl til, slær Regin fast.










