Másin enn til sølu

Strandfaraskipið M/S Másin hevur verið til sølu og Strandferðslan hevur nú á heimasíðu síni sett Másan til sølu í eini endurlýsing Hóast Strandferðslan hevur havt Másan til sølu á heimasíðu síni, so hevur áhugin ikki verið so storur fyri at keypa skipið. Høvið var at síggja skipið, men heldur ikki hetta hevði stórvegis áhuga. Tískil er skipið nú sett aftur til sølu í eini endurlýsing, har sagt verður, at áhugað kundu síggja skipið og vitja umborð tann 15. juli. Men heldur ikki hesaferð var stórvegis áhugi.

Í fyrstu sølulýsingini varð sagt, at Másin fór fyri hægsta boðið yvir 50.000 krónur. Men í endurlýsingini verður onki nevnt um prís.

Av Strandferðsluni frættist, at nakrir fyrispurningar hava verið, eittnú frá fólki, ið hava umhugsað at fáa sær sonevndan húsbát, men onki ítøkiligt er komið burturúr.

Másin er bygdur í 1959 í Tórshavn. Hann er bygdur úr eik, furu og bók, og er hann 15,90 metrar langur, 5,06 metrar breiður og 2,29 metrar djúpur. Høvuðsmotorurin er ein 200 HK Greenaa Diesel 4 cyl. 4 takt. Hjálpimotorurin er ein Deutz á 28 kw. Másin hevur røkt farleiðina Hvannasund-Svínoy-Fugloy inntil septembur 2009. Ferðin er umleið 7,5 míl.