M.Sc. á Fróðskaparsetrinum

Á Nátturuvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya hava fýra lesandi staðið útbúgvingina M.Sc. í leitingarjarðalisfrøði. Teir eru: Benadikt Joensen, Heðin Abrahamsen, Fríðrik Heinesen og Bjarni Petersen.

M.Sc. er stytting fyri latínska heitinum magister scientiarum, men oftast verður enska heitið Master of Science brúkt. Útbúgvingin er normerað til 2 ára fulltíðarlestur omaná B.Sc.-prógv. Teir fýra hava tikið lesturin afturat arbeiði, so hann hevur tikið nakað longri.


Tað var í 2003, at Fróðskaparsetrið við kunngerð nr. 109 fekk heimild at geva masterútbúgvingar. Hinar deildirnar hava givið nøkur fá prógv síðani; men hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur fingið masterprógv á Náttúruvísindadeildini.


Masterritgerðin hjá Fríðrik og Bjarna hevur heitið Processing of seismic data and design of 3D seismic surveys ? Case examples from Kollafjørður, Skopunarfjørður and from the seismic line OF94-029, og vegleiðari hevur verið Robert James (Jim) Brown, professari á Fróðskaparsetrinum, fyrrverandi professari á universitetinum í Calgary í Canada.


Masterritgerðin hjá Benadikt og Heðin hevur heitið Magnetotelluric survey from north to south onshore the Faroe Islands, og vegleiðarar hava verið Jim Brown og Laust B. Pedersen, professari á universitetinum í Uppsala.