Tíðindaskriv
Seinasta undanumfar av Ársins songrødd 2003 varð um vikuskifti. Tiltakið sum var í KÍ-høllini í Klaksvík eydnaðist væl og tá ið av tornaði stóðu tær báðar Mása Tróndheim og Evi Halsdóttir eftir sum ávíkavist blivu nr.1 og 2.
Sostatt skulu tær umboða Klaksvík og Norðoyggjar í stóru finaluni, sum verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði komandi leygarkvøld kl. 22. Tað verða 12 luttakarar, sum fara á pallin hetta kvøldið, tvey vera:
Elsa Maria M. Olsen, Óluvá Højgaard, Ninna Katrin Johansen, Julia í Kálvalíð Jocobsen, Eyðstein Jacobsen, Annika Jónsveinsdóttir, Nomi Háberg Hansen, Eydna á Fløtum, Kamilla Ravnsfjall, Rúna á Rógvu Simonsen, Mása Trondheim og Evi Halsdóttir.