MS Thorshavn var longu í februar á Vágs Skipasmiðju til vanligar botnkanningar. Skipið er sýnað og málað. Meðan skipið var á beddingini í Vági, so var gamla skrúvan á Thorshavn, sum bert hevði tvey bløð, skift við eina skrúvu við trimum bløðum. Úrslitið av hesum er,, at skipið siglir á leið eina míl skjótari, og stórt sæð allar ristingarnar eru burtur.
Fyrstu túrurin við ferðafólkum verður longu mitt í komandi viku, og vikuskiftið eftir verður farið á Bátafestivalin í Vestmanna við fólki. Síðan verður tað útferðir eitt nú út í Stóru Dímun, festivalar kring landið, stevnur, Sjómannadagarnir í Klaksvík og Føroya Regatta sum partur av Norðurlendsku Strandarmentanini stevna inn á Vágsfjørð 8. juli.
Fyrireikingar eru eisini nú byrjaðir til eina longri ferð í august í ár. Tá er skipið boðið til eina regatta á Roskilde-leiðini. M.a. skal skipið eisini vitja í Frederikssund, har skipið varð bygt fyri 76 árum síðani. Hetta verður so fyrsti uttanlandstúrurin hjá Thorshavn, síðan heimstaðurin varð fluttur úr Havn og suður á Tvøroyri.
Kelda: sudurras.fo