- Mús tekur tey ungu í álvara

- Hetta er stuttligt, snedugt, og akkurát sum tað skal vera. Tað sigur Niels Arge Galan, kreativur leiðari á Sendistovuni, um nýggju ungdómssendingina Mús, sum var avdúkað á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum seinnapartin í gjár.

Hann var millum tey innbodnu, sum fingu eina smakkiroynd av ungdómssendingini.

 

- Hetta er ein sending, sum tekur tey ungu í álvara. Hon hevur góða góðsku, sigur Niels Arge Galan m.a. við Rás2.

 

Ungdómssendingin Mús byrjar mikukvøldið og verður víst í Kringvarpinum komandi seks vikurnar.