Mýs á Sjúkrahúsinum

Í løtuni eru mýs á Landssjúkrahúsinum. Umsjónarmaðurin metir tó ikki, at talan er um nakran trupulleika

Mýs


Seinastu tíðina hevur nakað av tosið verið at hoyrt um, at tey á Landssjúkrahúsinum í Havn hava havt trupulleikar av mýs.

Spurdur um hetta er rætt, hevur umsjónarmaðurin á Landssjúkrahúsinum, Jógvan Elias Thomassen, bestan hug at flenna.

- Tað veit eg ikki, um tað er nakar trupulleiki. Tað kemur av og á fyri, at mýs eru hjá okkum, og so verða fellur settar upp. Eftir eina tíð, eru tær so burtur, men av og á koma tær so aftur í aftur, sigur hann, og leggur afturat, at har mýs eru, eru so ikki nakrar rottur.

- Júst hvar tær koma frá, er ilt at siga. Tað kann vera so ymiskt. Kanska gjøgnum okkurt rør ella tílíkt, men tað er so ikki nakað, sum vit hava staðfest.

Spurdur, um hann sær nakran heilsuvanda fyri umhvørvið á Sjúkrahúsinum í hesum, sigur Jógvan Elias, at tað ger hann ikki.

- Nei. So avgjørt ikki. Tær mýs, sum vit hava lagt til merkis, hava ongantíð verið í køkinum, ella við stovurnar. Onkuntíð hevur onkur verið at sæð á goymsluni, og onkuntíð í kjallaranum, men ikki aðrastaðni. Til tess eru tær alt ov styggar, sigur hann.

Heldur ikki metir hann, at talan hevur verið um nakrar skaðar av mýsnum, sum hava verið.

- At mýs eru at síggja, kann koma fyri allastaðni. Tað kann kanska ljóða eitt sindur ógvusligt, tá hetta er á einum sjúkrahúsið, men sum sagt, so haldi eg ikki, at talan er um nakran trupulleika.


Ikki meira enn vanligt

Hóast Landssjúkrahúsið sostatt sjálvt tekur sær av teimum mýs, sum tey síggja í hølunum, so kemur eisini fyri, at boð verða send eftir hjálp, tá lítla skaðadjórið ger um seg.

Jónleif Sólsker er aktingarmaður hjá kommununi. Spurdur, um hetta við at mýs gera um seg er serliga nógv frammi nú, svarar hann, at tað heldur hann ikki.

- Okkurt er sjálvandi, men ikki meira enn tað hevur verið seinnu árini.

Spurdur um, hvørt tað er vanligt, at mýs gera nógvan skaða, har tær eru, svarar hann, at tað kann koma fyri.

- Tað er sjálvandi eitt skaðadjór, sum kann gera um seg, men tað plagar ikki at vera tað stóra. Tað kann henda, at tr hava gnadda onkran leidning av, og í ringasta føri kann hetta viðføra eldsbruna, men vanliga er skaðin ikki hin stóri.

Um støðuna á Landssjúkrahúsinum sigur aktingarmaðurin, at hetta hevur hann sum so einki við at gera. Hann sigur, at teir onkuntíð hava keypt nakað av músaeitri frá býráðnum, men at hann so avgjørt ikki metir, at teir eru tað, ein kundi rópt stórnýtarar.