Mýs kunnu boða frá jarðskjálvta

Í Meksiko hava granskarar staðfest, at summar slangur krúpa út úr holunum, beint áðrenn ein jarðskjálvti kemur. Nú vísir ein kanning, at eisini mýs kunnu boða frá jarðskjálvta

Tað eru granskarar í Japan, sum hava staðfest, at mýs bera seg øðrvísi at, verða tær raktar av magnetiskari ella elektriskari ávirkan av tí slagnum, sum koma beint undan einum jarðskjálvta. Ein av japansku granskarunum sigur, at hann varnaðist hetta sama fyrstu ferð beint undan einum jarðskjálvta í býnum Kobe fyri átta árum síðani.
Kanningar á einari rannsóknarstovu hava nú staðfest, at mýsnar bera seg øðrvísi at í magnetiskari ella elektriskari ávirkan, og tí halda granskararnir, at mýs kunnu boða frá einum komandi jarðskjálvta. Hinvegin halda teir ikki, at músin hevði verið serliga álítandi sum fráboðanartól, tí tað er torført at prógva, hvussu mýs vanliga bera seg at.
Takeshi Yagi, professari, sigur við BBC, at undan einum jarðskjálvta sova mýs ikki so nógv, sum tær vanliga gera, og hann ivast ikki í, at komandi kanningar fara at vísa, at mýs veruliga kenna á sær, nær ein jarðskjálvti er á veg.