Múrurin On Fire !

Ófatiligt, at menninir í Páll Finni Páll ferð eftir ferð megna at fáa fjøldina at kóka - hóast vánaligar umstøður

Við einum braki av einari framførslu megnaðu Páll Finnur Páll at fáa troyttu og køldu áskoðararnar at gloyma alt um vánaligu umstøðurnar, ringa veðrið og longu køirnar.

Sum heild vóru færri fólk á festivalinum leygarkvøldið, enn tað høvdu verið hinar festivaldagarnir.

Veðrið var ikki av tí besta, og við vindi og regni var tað heldur ótespiligt á festivaløkinum, og sum verða man, so var einasta tjaldið, ið seldi øl og annað, fult av fólki, og tískil var bíðitíðin alt ov long.


Ace of Base hitaðu upp

Hóast tað tóktist leingi at bíða, frá tí teir fyrstu ferð komu á pall til sjálv konsertin byrjaði, so bleiv bíðitíðin við eitt gloymd, tá ið teir trivu í fyrsta lagið.

Finnur Jensen og Páll Oddur Rubeksen, oddamenninir í bólkinum, vóru enn einaferð fantastiskir at lurta eftir, og við teirra kendu slagarum sang tann stóra mannamúgvan við til hvørt orð í hvørjum sangi.

Við løgum sum ”Eg”, ”Herbergið” og ”Russiski vinur” var hetta ein frálíkur endi av einum heldur lítið sigandi kvøldi, og eins og Finnur Jensen tók til, so tóktist tað mest sum at Ace of Base bert vóru upphiting hjá Páll Finnur Páll, ið eftir øllum at døma vóru tann bólkur, ið flestu festivalgestirnir bíðaðu eftir.

Enn einaferð vístu Páll Finnur Páll seg sum teir tungvektararnir teir eru, og spurningurin er, um hesir føroyski tungvektararnir ikki eru ein av høvuðsorsøkunum til, at føroyingar leita sær á festival. Í øllum førum má sigast, at framførslan við Múrin ikki bert var ein sum fall inn í mongdina. Páll Finnur Páll vístu seg frá sínari bestu síðu, og allarhelst telist hendan framførslan ímillum teirra bestu nakrantíð og ímillum tær bestu við Múrin.

Vóru fleiri føroyskir tónleikarar sum hesir, so var neyvan neyðugt hjá G!, Summarfestivalinum og Múrinum at brúka alt ov nógvar pengar uppá útlendskar leivdir frá fortíðini.