ÓSEMJAN um røttu tiltøkini er stór og ósemjan um hvat Múrurin skal nýtast til er ikki minni. Múrurin er sostatt ein frálík ímynd uppá okkum føroyingar. Vit kunnu ikki semjast um nakað sum helst. »Klandur og stríð, er um títt kvæði, vit fostraðust í« yrkir skaldið. Múrurin er sostatt ikki undantakið men reglan.
MEN nú má haldast uppat við hesum. Landsstýrið hevur tikið sína støðu og vit hava alla tíðina hildið, at hetta er ein klók støða. Fyrst neyðturvilig fyribils varðveitingartiltøk og verja, so eitt varandi tiltak, ið skal finnast eftir eina almenna hugskotskapping.
EISINI hevur landsstýrið staðfest tað, sum allir føroyingar vistu frammanundan nevniliga, at Múrin er eitt fornminni og sostatt friðaður. Eitt friðað fornminni kann ikki gerast til eitt brúkshús, men skal verða verandi eitt friðað fornminni. Nýggi mentamálaráðharrin, Signar á Brúnni, boðaði í gjár her í blaðnum frá, at hann hevur tikið somu støðu. Hann eigur mikið rós uppiborið fyri hesa avgerð. Eisini tykist tað sum landsstýrismaðurin av álvara hevur fingið glið á málið. Hann hevur fingið Kirkjbøar kommunu at samstarvast við landsmyndugleikarnar og hetta er eisini alla æru vert fyri kommununa eins og landsstýrið. Í hesum máli eru øll partar av somu søk og draga øll eina línu eru góð útlit fyri eini skilagóðari loysn, sum tænir øllum føroyingum til æru. Her hevur landsstýrismaðurin havt eina hepna hond og eigur hann nú at lata málið aftur til fornminnissmyndugleikarnar. Tí eitt slíkt mál eigur ikki at verða verandi politiskt. Men landsstýrið eigur tó at fylgja væl við og kemur stígur aftur í málið, eigur landsstýrismaðurin alt fyri eitt at fara inn í málið og gera sín myndugleika galdandi.
HÆGSTI sakkøni myndugleiki er Fornminnissavnið. Hesin stovnur eigur nú at sleppa til verka og gera tað arbeiði, ið stovnurin hevur skyldu til. Eftir hvat stóð at lesa her í blaðnum í gjár, eru nú góðar vónir um, at eitt arbeiðið við Múrinum, ið leingi hevur ligið á láni, kann verða gjørt. Øll eiga at fegnast um gongdina og eiga allir føroyingar at stuðla landsstýrismanni og Fornminnissavni í at gera tað arbeiði, ið áliggur teimum eftir lógini.