Mærsk Mc-Kinney Møller sigur, at hann ynskir, at Møller-ættarfólk aftur koma á ovastu rók í A.P.Møller - Mærsk, skrivar Berlingske Tidende. Tað sigur hann, eftir at stjórin í fleiri ár hevur verið ein uttanfyri Møller-ættina.
Ættin eigur ikki at verð gloymd. Tað er søga, sum frá byrjan hevur styrkt fyritøkuna - og ger tað enn og soleiðis kemur altíð at verða, sigur Mærsk Mc-Kinney Møller í nýggjari bók, ?Mærsk Mc-Kinney Møller?, sum kemur út um mánaðarskifti.
Hann ynskir, at eitt ella fleiri av abbabørnunum koma í leiðsluna á familjufyritøkuni. Eisini hevði verið gott, um eitt av abbabørnunum á ungum aldri gjørdist stjóri í størstu fyritøkuni í Danmark, sigur Mærsk Mc-Kinney í nýggju bókini.
-Eg vóni, at tað eydnast - at onkur av teimum kann taka við. Men treytin er at tey eru dugnalig, leggur Mærsk Mc-Kinney Møller afturat.










