Danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk hevði eitt stak vánaligt ár í fjør. Roknskapurin, sum varð lagdur fram í dag, vísir, at felagið hevði 5,5 milliardir krónur í halli í 2010 samanborið við 17,5 milliardir krónur í avlopi árið fyri.
Umsetningurin minkaði 36 milliardir krónur.
Tað er serliga bingjudeildin, sum tyngir raksturin. Hon hevði 11 milliardir krónur í halli í fjør ímóti smáum trimum milliardum krónum í avlopi í 2009.
Leiðslan í A.P.Møller-Mærsk væntar, at raksturin í ár fer at geva eitt lítið avlop.









