Mærsk sloppið undan stríði

Danska reiðaríið A.P. Møller - Mærsk hevur ikki havt trupulleikar av stríðnum um Muhammedstekningarnar hjá Jyllandspostinum, sigur talskvinnan, Jette Clausen. Við Politiken sigur hon, at felagið hevur boðað sínum viðskiftafólkum frá, at tað tekur frástøðu frá tekningunum, og tað hevur eftir øllum at døma hjálpt.

Jette Clausen vil ikki siga, hvussu reiðaríið annars hevur borið seg at fyri at sleppa undan stríðnum.

Hini donsku reiðaríini hava heldur ikki havt trupulleikar av tekningunum, sigur formaðurin í reiðarafelagnum, Peter Bjerregaard. Hann leggur tó afturat, at felagið fylgir væl við gongdini.