Sjórænarar hava rænt ein sleipibát hjá Mærsk-felagnum Svitzer úti fyri somalisku strondini Tann rændi sleipibáturin er skrásettur í Russlandi, men tað er Mærsk-felagið Svitzer, sum eigur hann.
A.P.Møller-Mærsk sigur, at sleipibáturin varð rændur fríggjadagin, og at hann hevur ligið fyri akkeri úti fyri somalisku strondini síðani. Seks mans eru við bátinum, tveir bretar og fýra russar, og teir hava tað gott, sigur danska felagið.
?Svitzer Korsakov? var á veg úr Sankta Pætursborg til Sakhalin á russisku kyrrahavsstrondini, tá hann bleiv rændur.