Flogferðsla
Nýggi nevndarformaðurin í Maersk Air eitur Troels Dilling. Hann er fyrrverandi skipari hjá AP Møller og hevur millum annað havt fleiri føroyingar umborð á skipum sínum.
Troels Diling hevur eisini verið nevndarformaður í Maersk Air fyrr. Tað var í tíðarskeiðnum 1990 til 1996, tá Bjarne Hansen tók yvir.
Umframt hevur hann millum mong onnur størv hjá AP Møller eisini verið skipasmiðjustjóri á Lindø. Hann verður av summum roknaður sum høgra hond hjá Mærsk Mc- Kinney Møller. Nevnast kann, at hann plagar at vera skipari á stuttleikabátinum hjá stjóranum.
Sum nýggjur stjóri í flogfelagnum Maersk Air er settur Flemming Ipsen, sum í dag starvast sum deildarleiðari hjá AP Møller í Singapore.
Tá hann kemur í nýggja starvið, fe Bjarne Hansen, fyrrverandi nevndarformaður og skipsreiðari, í starvið, sum Flemming Ipsen fer úr í Singapore.
Hundrað milliónir og tvey størv
Kartelavtalan við SAS hevur higartil kostað Mæersk Air 100 milliónir í bót, umframt størvini hjá bæði nevndarformanninum, Bjarne Hansen, og stjóranum, Ole Dietz.
Maersk Air og SAS høvdu gjørt eina sínámillum avtalu um, hvussu ruturnar í Skandinavia skuldu røkjast, soleiðis at feløgini heldur samstarvaðu enn kappaðust. Tey býttu stutt sagt í sínámillum.
Tað metti ES-nevndin ikki vera lógligan arbeiðshátt og álegði báðum feløgunum stórar bøtur. Fyri Maersk Air var talan um 13.125 milliónir Evrur ella umleið 100 milliónir danskar krónur.
Hesum kundi felagið ikki liva við, sigur Mærsk Mc-Kinney Møller í tíðindaskrivi, sum sent er út tann 1. august. Samstundis boðar hann frá, at leiðslan í flogfelagnum er skift út.
Sagt verður, at Bjarne Hansen hevur gjørt av at fara úr sessinum sum nevndarformaður, og at Ole Dietz hevur ynskt at fara úr stjórastarvinum. Ole Dietz heldur fram sum stjóri í Maersk Air august mánaða út.
Umframt at vera stjóri í Maersk Air røkir Ole Dietz eisini onnur álitisstørv í felagnum. Hvussu verður við hesum størvum, er ikki støða tikin til enn.
Afturstig
Fyri Bjarne Hansen má tað metast eitt rættiligt afturstig at gerast deildarleiðari í Singapore.
Hann var til 1. august tann triðji í røðini yvirhøvur innan risafyritøkuna AP Møller. Bara Mærsk Mc-Kinney Møller sjálvur og varastjórin, Jess Søderberg, vóru yvir honum.
Bjarne Hansen byrjaði í AP Møller fyritøkuni sum shippingnæmingur í 1957 og hevur síðan støðugt verið á veg uppeftir. Hann hevur millum annað verið privatskrivari hjá »Hr. Møller«, sum Mærsk Mc-Kinney Møller verður nevndur í firmanum. Eisini hevur hann verið ein drívmegin í arbeiðinum at fáa Maersk Air til tað, felagið er í dag.
Í 1999 varð hann settur í starv á sjálvum høvuðssætinum á Esplanaden, har hann gjørdist skipsreiðari og leiðari fyri allari oljuleiting hjá felagnum.
Tað hevur ljóðað, at SAS beyð honum aðalstjórasessin, tá Jan Stenberg í fjør legði frá sær, men at hann tá segði nei takk.