Danska reiðaríið A.P. Møller-Mærsk hevur nú gjørt av at lata vápmnaðar vaktarmenn sigla við tangaskipum, sum sigla ígjøgnum Adenvíkina. Tað stendur í einari fráboðan, sum reiðaríið hevur sent skiparunum á tangaskipunum.
Fleiri onnur reiðarí hava tikið somu avgerð, og nøkur teirra hava longu vápnaðar vaktarmenn umborð á skipunum. Mærsk hevur leingi verið ímóti at gera tað sama, tí felagið hevur verið av teirri uppfatan, at vápnaðarðir vaktarmenn fóru bara at gera støðuna í Adenvíkini uppaftur verri.
Millum 30 og 40 tangaskip hjá Mærsk sigla ígjøgnum Adenvíkina um mánaðin, og Mærsk roknar við, at í framtíðini fara tey flestu at hava vápnaðar vaktarmenn umborð.