Mærsk-skip siglt eftir Landnyrðingsleiðini

Eitt bingjuskip hjá Mærsk bleiv í morgun søguligt, tá tað var fyrsta skip av sínum slag at sigla úr Asia til Evropa eftir Landnyrðingsleiðini. Tað skrivar Danmark Radio í dag.


Landnyrðingsleiðin er heitið á farleiðini í arktiska økinum norðanfyri Russlandi. Stórur áhugi er knýttur av farleiðini, tí siglingarleiðin ger tað munandi skjótari at sigla millum Asia og Evropa. Mett verður at Landnyrðingsleiðin er 40 prosent styttri samanborið við núverandi siglingarleið úr Fjareystri til Norðurevropa gjøgnum Sueskanalina.


Vanliga hevur ikki borið til at siglt hesa leiðina uttan við hjálp frá ísbrótarum, men í 2017 megnaði eitt serligt bygt russiskt oljutangaskip at sigla úr Hammerfest í Norra til Suðurkorea. Og í dag gjørdist Mærsk skipið fyrsta bingjuskip, ið sigldi leiðina uttan hjálp.


Bingjuskipið Venta Maersk byrjaði ferðina gjøgnum Landnyrðingsleiðina 6. september og 11 dagar seinni vísti Marine Traffic, at skipið hevði siglt gjøgnum arktiska økið uttan hjálp. Sambært Danmark Radio er skipið nú í Barentshavinum á veg til Sankta Pætursborg, har skipið eftir ætlan leggur at bryggju 22. september.


DR hevur verið í samband við reiðaríið, ið greiðir frá, at ferðin gekk sum ætlað og at manningin hevur tað gott. Men hóast ferðin gekk væl, so staðfestir danska reiðaríið, at tað ongar ætlanir hevur um at brúka farleiðina regluliga, men at túrurin einans var at meta sum ein royndartúrur.


Venta Maersk er eitt av fýra bingjuskipum hjá Mærsk, ið er serligt bygt til at sigla fyri reiðaríið Saego Line í kalda farvatninum í Norðsjónum og Eystrasalt.