Mærsk skal spara milliardir

Leiðslan í stóru donsku fyritøkuni A.P. Møller-Mærsk kunngjørdi í morgun, at millum 2000 og 3000 fólk kunnu vænta at verða søgd úr starvi.

Endamálið við spariætlanini er at venda fíggjarligu gongdini hjá bingjudeildini Mærsk Line. Deildin hevði næstan fýra milliardir krónur í halli í fjør ímóti næstan 7,7 milliardum í avlopi fyri bara tveimum árum síðani.