Mærsk sissar suðuroyingar: Drelnes ikki slept

-Tað hevur ongantíð verið nakað ynski frá Danbor Service, at tað skuldi verða lóggivið fyri einum oljubasa á Drelnesi. Vit trúgva uppá fría kapping og halda framvegis, at tað er sera áhugavert og eisini møguleiki fyri at leggja eina oljuútgerðarhavn á Drelnesi.

Hetta sigur Steen Hansen, stjóri í Danbor Sercice í Esbjerg, sum saman við áhugamálum í Suðuroynni hevur stovnað felag við tí endamálið at reka eina oljuútgerðarhavn frá Drelnesi. Avgerðin hjá løgtinginum at fella eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at leggja alt oljuvirksemi til Suðuroynna hevur ikki fingið Danbor Service til at umhugsa sína støðu í Suðuroy. Tað er einki undirstrikar Steen Hansen, sum hevur broytt bara tað allarminsta við teirra projekt.

-Fyri okkum merkir hetta ikki nakra broyting, tí vit hava alla tíðina hildið, at tað er ikki neyðugt við eini politiskari avgerð fyri at fáa eina oljuútgerðarhavn til Suðuroynna. Vit halda framvegis, at Drelnes av ymsum orsøkum er rætta plássið til eina oljuútgerðarhavn, og vit arbeiða miðvíst fram móti hesum sigur Steen Hansen, sum er sannførdur um, at oljufeløg fara at vísa eini útgerðarhavn har áhuga. Hann vísir á, at eitt nú á oljumessuni í Aberdeen herfyri var sera stórur áhugi fyri Drelnesverkætlanini, og teir fingu nakrar sera áhugaverdar kontaktir.

Vit spurdu Steen Hansen, hvat hendir, um suðuroyingar heldur velja Vág sum oljuútgerðarhavn! -Tá verður tað ikki við okkum sum basaoperatøri, tí okkara verkætlan er skræddaraseymað til júst Drelnes.