Mærsk setir saudiskar kvinnur í starv

Reiðarí?ið Mærsk skapar í løtuni yvirskriftir í Saudiarabia. Tey hava nevniliga sett tvær kvinnur í starv á skrivstovuni í Jeddah. Tær báðar kvinnurnar skulu arbeiða við marknaðarføring, og verður mett sum eitt vegamót í fyritøkuni.

- Vit ynskja at vísa á okkara ymiskleika. Fyritøkan vil fegin seta lokal talentir í starv, og her er nógv at taka av, sigur ein talsmaður fyri Mærsk til enskt mælta blaðið Arab News.

Í Saudiarabia er kynsbýtið knívsskarpt, og stórur ivi er um, hvørt kvinnurnar skulu út at arbeiða á støðum, har menn eisini arbeiða.

- Mærsk hevur latið upp dyrnar til mína framtíð, sigur onnur kvinnan, Mona al-Malki, sum eru útbúgvin í europeiskum málum við Kong Abdullaziz Universitet.

- Her er ein góð menning í at arbeiða fyri Mærsk, tí tað kann vera ein avbjóðing at arbeiða úti hjá eini kvinnu her í landinum, sigur hon.