Mærsk rindar 19 milliardir í oljuskatti

Mærsk rindar 10 mia. kr. meira í oljuskatti, orsøkin er hækkaðu oljuprísirnir.

Teir høgu oljuprísirnir ávirka eisini kassan hjá A.P.Møller - Mærsk. Umsetningurin er øktur frá 21,3 mia. kr., sum hann var fyrra hálvár í 2007, til 35,4 mia. kr. fyrra hálvár í 2008. Tað er ein hækking uppá útvið 66%, sum kemur av, at ein tunna av olju í fyrru helvt av 2007 kostaði 63 dollarar og nú kostar 109 dollarar.

Mærsk hevði fyrra hálvár í ár eitt úrslit uppá 12 mia. kr., harav 6,5 mia. kr. eru frá oljuinntøkum.

Fyrra hálvár í 2007 var úrslitið 8,7 mia. kr., harav 3,3 mia. komu frá oljuinntøkum.

Við skjótt vaksandi oljuprísunum er eisini avgjaldið, sum Mærsk rindar fyri oljuframleiðsluna, skjótt økt, teir skulu fyrra hálvár í ár gjalda 18,8 mia.kr. í oljuavgjøldum, sum er meira enn tvífalt so nógv, sum sama tíðarskeið í 2007, tá ið oljuavgjøldini vóru 9 mia. kr.