Mærsk-partabrøv hava góðan byr

Mærsk-partabrøv hava góðan byr í løtuni. Íleggjarar væntað aftur góð útslit hjá reiðaríðnum.

Í morgun hækkaði kursurin 7%, - kl. 11 var kursurin 38.000.

Kursurin hevði eisini góðan byr fríggjadagin, eftir at hálvársroknskapurin var framlagdur, tá hækkaði kursurin 7,6% til kurs 32.101.

-Íleggjarar hava aftur álit á Mærsk-partabrøvunum, teir meta, at kreppan, sum eisini Mærsk hevur verið í, nú er um at verða av, tað sigur greinari í Jyske Bank Karsten Sloth, sambært Børsen.

-Nógv seldu fyri tíð síðan, tá ið kreppan leikaði harast á, tá alt sá meira ivasamt út, men nú vilja tey aftur ogna sær partabrøv, sigur hann.

Men at íleggjarar eru so bjartskygdir, ger hann eitt sindur bilsnan.

Tað er greitt, at í 2009 fer A.P.Møller-Mærsk at hava hall, tað er ongantíð komið fyri áður. Men tað eru íleggjararnir greiðir yvir, hinvegin - so hyggja teir eftir langtíðarætlanum hjá felagnum, sigur Karsten Sloth.

-Hálvársoknskapurin vísti eina positiva gongd á fleiri økjum. Í Maersk Line eru tey klár, at taka kappingina upp, sjálvt um tað er langur vegur, aftur at fáa vinning. Maersk Line ætlar aftur, at verða tann førandi, tá kreppan er av, sigur Karsten Sloth.