Skipsreiðarin Mærsk McKinney Møller andaðist fyrr í morgun, 98 ára gamal.
- Tað er við sorg at vit boða frá, at Mærsk McKinney Møller er deyður. Vegna familjuna vísi eg mína djúpastu sorg yvir missin av okkara pápa, abba og oldurabba, sigur dóttir hansara Ane Mærsk McKinney Møller Uggla í eini fráboðan.
- Vit hava mist ein pápa, sum aldrin sveik familjuna ella sítt starv. Vit eru takksom um, at pápi okkara varð ríkaður við einum langum og innihaldsríkum lívi.
- Hann sveik ongatíð ynskið sítt um at gera gagn, og soleiðis setti hann nógv og stór initiativ í gongd í síni samtíð, verður víðari sagt.
Hann doyði á Ríkissjúkrahúsinum.
- Fríggjadagin var hann annars á aðalafundi í fyritøku sínari - sí leinkju til kykmynd á eb.dk









