Mærsk lagt 12 skip

Búskaparkreppan hevur gjørt, at fleiri hundrað farmaskip liggja svínabundin kring heimin, tí einki er at føra. Danska reiðaríið Mærsk hevur lagt 12 skip og fer kanska at leggja fleiri afturat.

Mærsk Line, sum hevur umleið 500 skip, boðaði fyrr í ár frá, at tað kanska fór at verða neyðugt at leggja 25 av skipunum, tí ov lítil farmur er at føra, og tí at kappingin á marknaðinum er sera hørð.

JyllandsPosturin skrivar, at Mærsk Line hevur lagt 12 skip. Talan er millum annað um eitt tangaskip og eitt bingjuskip, sum liggja í Singapore.

A.P.Møller-Mærsk hevði fyri fyrstu ferð hall á roknskapinum fyrra hálvár í ár. Hallið var tríggjar milliardir krónur og stavaði serliga frá, at reiðarídeildin Mærsk Line hevði seks milliardir í halli.