Leiðslan í A.P. Møller - Mærsk valdi í dag at almannakunngera við tíðindaskrivi, hvussu nógv fyritøkan rindaði í skatti í fjør. Sagt verður, at felagið rindaði 26,2 milliardir krónur í skatti, og at tað svaraði til 48 prosent av úrslitinum fyri skatt.
Tølini umfata allan skatt, sum fyritøkan rindaði í fjør í teimum 140 londunum, sum hon arbeiðir í, men leiðslan ger vart við, at 35 prosent av skattinum ella 9,5 milliardir krónur fóru í tann danska ríkiskassan. Av hesum vóru 2,9 milliardir partafelagsskattur.