Mærsk keypt oljufelag í Brasil

Danska Maersk Oil hevur keypt brasilska oljufelagið SK do Brasil Ltda, og teir brasilsku myndugleikarnir hava góðkent handilin. Maersk Oil hevur goldið 2,4 milliardir dollarar ella góðar 12,4 milliardir krónur fyri felagið, og við keypinum fær danska felagið ræðisrætt yvir ávikavist 40, 20 og 24 prosentum av trimum oljuleiðum.

Frammanundan er Maersk Oil uppi í bæði oljuleiting og framleiðslu á djúpum vatni í brasilskum øki, og felagið hevur funnið eina oljukeldu, sum verður mett at vera tann størsta í amerikonskum sjóøki síðani 1976.

Greinarar vænta, at Brasil verður eitt av teimum stóru oljulondunum, og at landið fer at framleiða meiri enn eitt nú Venesuela og Meksiko.