Tey næstu fimm árini fer danska stórfyritøkan A.P. Møller Mærsk at brúka knappar 16 milliardir krónur til nýggjar boripallar, sum skulu hava alla nýggja tøkni. Avgerðina hevur fyritøkan tikið út frá einari sannføring um, at eftirspurningurin eftir olju fer at veksa nógv í komandi tíðum, skrivar DR.
Tann stóra íløgan verður gjørd ígjøgnum dótturfelagið Maersk Drilling. Tað felagið eigur í løtuni 26 boripallar og hevði tríggjar milliardir krónur í avlopi fyri skatt í 2010.
Við teirri nýggju íløguni ætlar felagið at økja umsetningin 50 prosent tey næstu árini, so hann kemur upp í einar 18 milliardir krónur.