Mærsk heldur ikki trygdarreglurnar

Tøl hjá arbeiðseftirlitinum í Bretlandi vísa, at einki av oljufeløgunum, sum arbeiða í tí bretska partinum av Norðsjónum, brýtur arbeiðsumhvørvis- og trygdarreglurnar so ofta sum danska A.P. Møller-Mærsk. Tað skrivar Nyhedsbrevet 3F.

Sagt verður, at síðani 2006 hevur bretska arbeiðseftirlitið skrásett 92 tilburðir, har Mærsk breyt reglurnar um arbeiðsumhvørvi og trygd. Næst á listanum er Shell við 46 tilburðum, og hjá BP hevur eftirlitið staðfest 19 brot á reglurnar.

Í fimm førum, harav tvær ferðir í ár, hevur Mærsk fingið boð um at steðga framleiðsluni orsakað av trupulleikum við trygdini.

Mærsk sigur í einari viðmerking til hagtølini hjá bretska arbeiðseftirlitinum, at útbúnaður, sum felagið keypti í 2005, vísti seg ikki at vera í nóg góðum standi, og at tað hevur ikki gingið nóg skjótt at rætta viðurskiftini.