Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Danska oljufelagið Mærsk Olie og Gas hevur nú gjørt av at venda eygunum móti Atlantsmótinum aftur. Felagið hevur júst keypt seg inn í eitt leitiloyvi í bretskum øki, sum liggur beint upp at føroyska markinum. Talan er um loyvi nr. 213/5 og 214/1, sum liggur miðskeiðis millum Føroyar og Hetland. Loyvið varð latið til oljurisan Chevron í 2001. Mærsk hevur keypt 25% av loyvinum. Chevron eigur 65% og tey írestandi eigur Talisman Energy. Chevron er fyristøðufelag.
Anders Würtzen, pressutalsmaður hjá Mærsk Olie og Gas sigur við Vinnusíðurnar hjá Sosialinum, at teir eru sera fegnir um at hava fingið samstarv í lag við Chevron í bretskum øki. Frammanundan er Mærsk partur av oljuvinnu í syðra partinum av bretska landgrunninunm. ?Vit eru sera fegnir um at hava fingið møguleika at arbeiða saman við Chevron í bretskum øki sigur Mærsktalsmaðurin. Frammandan er tætt samstarv millum feløgini í donskum øki. Hetta var upprunaliga við Texaco, sum nú er partur av Chevron.
Tað er Maersk Oil (UK) Limited, sum nú er vorðin partur av oljuleitingini á Atlantsmótinum. Hetta er eitt dótturfelag hjá Mærsk Olie og Gas AS. Ætlanin er nú, at felagið saman við Chevron og Talisman skal fara undir at gera 2D seismik í økinum seinni í ár. Ætlanin er at meta um tað sokallaða Capercaillie prospektið, sum liggur í loyvisøkinum. Mærsk sigur, at verða úrslitini av hesum positiv, so kann blíva talan um eina leitiboring í 2006 ella 2007.
Capercaillie prospektið liggur á 1.500 metra dýpi, umleið 200 kilometrar úr Føroyum og sama tein úr Hetlandi. Hetta er annars fyrstu ferð, at Mærsk er við í leiting eftir olju og gassi vestan fyri Hetland.
Við í fyrireikingum við Føroyar
Miðskeiðis í 90árunum, tá farið varð undir fyrireikingarnar til eina leiting á føroyska landgrunninum, var Mærsk Olie og Gas eitt av mongu útlendsku feløgunum, sum vístu føroyska økinum ans. Tað var við í samtøkum saman við fleiri øðrum oljufeløgum, sum tó so við og við vórðu uppkeypt av stórum oljufeløgum. Harvið stóð Mærsk nærum einsamalt og tók seg eftir eina tíð heilt úr Føroyaøkinum.
Tað má sigast at vera einki minni enn ein lítil kollvelting, at Mærsk nú er farið at gera íløgur í leiting á Atlantsmótinum. Felagið, sum oftani verður mett bara at gera íløgur í sera tryggum økjum og mest á landi, eitt nú í Afrika, Miðeystri og enn longri úti í heimi, hevur eftir øllum at døma broytt strategi, nú tað hevur keypt ikki minni enn 25% av einum loyvi, sum liggur nærsagt úti á "preriuni", í ongamannalandi, har eingi olju- ella gassfund eru gjørd áður. Lovyið liggur væl norðari enn Rosebankkeldan, sum varð funnin í fjør.
Higartil hevur Chevron átt 90% av loyvinum men hevur so roynt at selt burtur av. Eitt nú varð boðið øðrum feløgunum í fjør at keypa seg inn í loyvið. Tá var eingin áhugi, men nú hevur so danska felagið keypt ein fjórðing av loyvinum. Keldur í oljuvinnuni siga við Sosialin, at tá Mærsk fer inn í eitt heilt nýtt øki, har tað ikki hevur verið fyrr, og talan er um farvatn, har dýpið er 1500 metrar, so sigur hetta nakað um, at danska felagið má hava rættiliga góðar vónir til eitt møguligt fund. Tað kann vera at Rosebank fundið longur syðri hevur sannført danska felagið um, at tað eru møguleikar at gera fund her eisini.
Fyri Føroyar er hetta sera áhugavert, tí loyvið liggur heilt uppat markinum. Annar av blokkunum er skorin í helvt av miðlinjuni millum Føroyar og Bretland. So eitt møguligt fund her um leiðir fær beinanvegin oljukøn at hugsa um møguleikan at gera fund, sum liggja tvørtur um markið.
Tað er eisini áhugavert at bíta merki í, at í fjør hendi júst tað sama. Tá beyð Chevron øðrum oljufeløgunum at farma inn tvs. keypa part av tí loyvinum, sum seinni vísti seg at vera eitt oljufund, Rosebank. Tá vóru feløg sum Statoil og Dong so framskygd, at tey keyptu partar av loyvinum. Nú er tað so Mærsk, sum keypur seg inn í eitt annað Chevronloyvi, ið eisini liggur upp at markinum.
Tað er neyvan skeivt at gera ta niðurstøðu, at eftir mong rakár í oljuleiting á Atlantsmótinum, eru nú tekin til eina sera spennandi og miðvísa leiting. Fleiri brunnar eru á tekniborðunum, brunnar, sum kunnu vera við til at lata dyr upp til føroysku undirgrundina eisini.










