Mærsk funnið olju við Angola

Danska felagið Mærsk Oil hevur rakt við olju úti fyri strondini í Angola, og næsta ár fer felagið at taka støðu til, um tað skal fara undir framleiðslu har. Mærsk Oil sigur við tíðindastovuna Reuters, at ein royndarboring gav 6.650 tunnur av olju úr brunninum um dagin, og tað er felagið væl nøgt við.

Nú fer felagið at kanna úrslitið fyri at vita, um tað loysir seg at fara undir framleiðslu, sigur Lars Nydahl Jørgensen hjá Mærsk Oil.

Leitiøkið, sum Mærsk Oil hevur, er einar 60 fjórðingar úr angolsku strondini. Danska felagið eigur 50 prosent av loyvinum. Tað angolska ríkið og tvey onnur oljufeløg eiga hin helmingin av loyvinum.