Mærsk dálkar líka illa sum alt Danmark

Tey 1.000 skipini hjá A.P. Møller-Mærsk og oljupallarnir í Norðsjónum dálka luftina líka illa sum alt Danmark Heimsins størsta bingjuskip, Emma Mærsk, siglir fýra og ein hálvan metur fyri hvønn litur av olju, sum skipið brennur. Skipið brúkar 200.000 litrar av tungolju um samdøgrið ella líka nógv sum ein meðalstórur danskur býur.

Hetta kemur fram í tølum, sum Berlingske Tidende hevur fingið frá A.P. Møller-Mærsk.

Tølini vísa, at tey 1.000 skipini hjá reiðarínum og oljupallarnir, sum felagið hevur í Norðsjónum, lata líka nógv CO2 út í luftina sum alt Danmark ella millum 40 og 50 mió. tons um árið.

-Vit hava eina ovurstóra avbjóðing á umhvørvisøkinum, ásannar stjórin í A.P. Møller-Mærsk, Niels Smedegaard Andersen, í samrøðu við Berlingaran.