Maersk Drilling, sum er eitt dótturfelag hjá A.P. Møller-Mærsk, hevur bílagt tvey skip, sum skulu bora eftir olju á djúpum vatni. Skipini, sum skulu byggjast á Samsung Heavy Industries í Suðurkorea, skulu latast miðskeiðis í 2014. Kostnaðurin fyri bæði skipini verður 6,7 milliardir krónur.
Claus V. Hemmingsen hjá Maersk-Drilling sigur, at stórur eftirspurningur er eftir útgerð, sum kann bora eftir olju og gassi á djúpum vatni.
Fyri trimum mánaðum síðani bílegði Maersk-Drilling tvey boriskip av sama slagi sum tey, ið eru bíløgd nú. Skipini eru 228 metrar long og kunnu bora á 3.600 metra dýpi og meiri enn 8.000 metrar niður í undirgrundina, skrivar DR.