Mærsk broytir Suez-politikk

A.P. Møller ? Mærsk boðar í dag frá at tey hava uppdaterað teirra trygdarpolitikk viðvíkjandi sigling í Adenvíkini og økið út fyri Eysturafrikansku strondini Broytingin er ein avleiðing av ræningunum, ið hava verið í seinastuni.

Skip, ið ikki hava nøktandi ferð ella fríborð, fara inntil víðari at umgangast Adenvíkina og sigla alternativar rutur, eitt nú suður um Kap Góða Vónin og eystur um Madagaskar.

Í tann mun, tað er møguleiki fyri fylgiskapi, vil A.P. Møller Mærsk umhugsa at lata hesi skip við í herflotafylgdum skipafylgjum gjøgnum Adenvíkina.

Fyrst og fremst eru tað tangaskipini, ið verða ávirkað av hesum, umframt trý bingjuskip.