Mærsk broytir kós

Danska stórfelagið A.P.- Møller - Mærsk fer at brúka minni pengar til nýggj skip og fer heldur at leggja størri dent á oljuvinnuna Tey seinastu árini hevur A.P. Møller - Mærsk brúkt einar 60 milliardir árliga til skipakeyp, men nú verður lokið lagt á kassan, skrivar Berlingske Tidende. Ístaðin fyri fer felagið at gera íløgur í vinnugreinar, sum løna seg betur.

Nils Søndergaard, forstjóri, sigur við blaðið, at reiðaríið Maersk Line hevur givið lítið av sær tey seinastu árini, og at tað er torført at fáa fíggjarligan vinning burtur úr siglingini. Tí fer felagið at leggja á annan bógv og at gera íløgur í olju og havnir ístaðin fyri.

Umframt vanliga endurnýgging hevur Maersk Line brúkt nógvar pengar tey seinastu árini til at keypa kappingarneytar Sealand og P&O Nedloyd.