Mærk tjenar slakar seks milliardir hóast koronukreppu

Hægri farmaprísir og lægri oljuprísur í triðja ársfjórðingi hevur ført til framgongd í yvirskotinum hjá Mærsk.

Danska flutningsfelagið Mærsk hevur í triðja ársfjórðingi tjent væl av hægri farmaprísum á teimum vørum, sum felagið flytir kring heimin.

Tað hevur givið felagnum eitt yvirskot upp á umleið 5,9 milliardir krónur eftir skatt. Tað vísir roknskpaurin hjá Mærsk fyri triðja ársfjóðrðing, sum er almannakunngjørdur í dag.

Yvirskotið í triðja ársfjóðringi er betri enn sama ársfjórðing í fjør, tá Mærsk tjenti umleið 3,3 milliardir krónur eftir skatt.

Vøksturin í yvirskotinum stendst millum annað av lægri oljuprísi, sum hevur gjørt tað bíligari hjá Mærsk at sigla við skipunum, eins og hægri farmaprísir.

Við hægri farmaprísi fær Mærsk fleiri pengar fyri at flyta vørur fyri kundar.

Mærsk hevur tó ikki bara havt vind í seglunum, sum eins og onnur feløg hava merkt negativu avleiðingarnar av koronukreppuni.

Av roknskapinum sæst, at nøgdirnar, sum felagið flytur, eru falnar í triðja ársfjórðingi.

Á positivu síðuni er nøgdin ikki minkað so nógv, sum felagið óttaðist.

– Covid-19 hevur havt negativa áviran allan vegin í virksemi okkara, sigur Søren Skou, aðalsstjóri í Mærsk í viðmerking til roknskapin.

– Men hóast tað hava vit megnað at skapt góðar inntøkur og peningastreym fyri triðja ársfjórðing, sigur hann.

Roknskapurin hjá Mærsk kemur, eftir at felagið í gjár hækkaði vónirnar fyri virksemið í ár. Nú væntast eitt rakstraryvirskot áðrenn niðurskrivingar (EBITDA) upp á 50-53 milliardir krónur. Áður varð roknað við 47 til 50 milliardir krónur.

– Vit eru tó framveigs varin um ta óvissu, sum farsóttin og tann stongsul, sum fylgir við, framvegis hevur í komandi ársfjórðingum, sigur Søren Skou.

Uppjusteringin í gjár er onnur hjá Mærk í ein mánað. Eisini miðskeiðis í oktober vóru væntanir til árið gjørdar bjartari.

/ritzau/