Var talan bara um ein vanligan býtúr, sum av misgávum ella naiviteti endaði galið, ella var talan um ólátaðan atburð, sum skal revsast?
Tað er spurningurin, sum stendur eftir, eftir at landsliðsvenjarin í hondbólti hevur gjørt av at sekta sjey av sínum spælarum við leikbanni, eftir at hesir komu sær í lívsvanda í náttarlívinum í Sarajevo.
Tá tú spælir á landsliðnum, so skal eitt mark sjálvandi vera. Og landsliðsvenjarin hevur so mett, at menn fóru út um hetta.
Men revsingin kundi bent á, at talan er um annað og meira enn eina støðu, har menn bara vóru á skeivum stað til skeiva tíð. Og við at revsa Heina Hanusarson fyrst og harðast av øllum, hevur venjarin sent signal um, at Heini var oddamaður í rokinum, sum var. Spælarin sjálvur sigur tó, at hann kennir seg úthongdan, og at hann hvørki var betri ella verri enn nakar av hinum seks, sum vóru í býnum.
Rætt ella ikki, so er eingin ivi um, at samsvar skal vera millum gerð og revsing. Og frágreiðingina um hetta hava vit so ikki fingið enn.
Og so eisini eitt gleps, hóast tað nú ikki er so ofta, at vit á hesum síðum brúka teigapláss at viðgera tað, sum kappingarneytar okkara takast við.
Men tað er margháttligt, hvussu stór tøgnin hevur verið hjá onkrum av hesum. Fyri hálvum triðja mánaði síðani slapp ein av landsliðsspælarum okkara í fótbólti at prýða fleiri forsíður eftir ein heldur óhepnan býtúr í Havn. Tá var talan um spælara, sum vegna skaða als ikki var tøkur hjá hvørki felag sínum ella landsliðnum.
Hesa ferð var sami miðil við á fremstu parkett í Sarajevo, men hóast nógva slaturin, sum hevur gingið, hevur tað verið so eiðasørt, at ein tann einasti stavur hevur verið um býtúrin hjá sjey av spælarunum. So tað eru helst fleiri staðni, at mørkini eru flótandi.