Mær dámdi ongantíð ákærda

Ein av vinkonunum hjá fyrrverandi konu Pidda hevur givið frágreiðing í Føroya Rætti í morgun. Hon býr á Gerðisvegi 28, bert fá hús frá Gerðisvegi 34, har Piddi búði.

Hon fær at vita frá vinkonuni, at hon og ákærdi hava fingið húsini á Gerðisvegi 34, og at Piddi skal vera úti 1. november. Fyrrverandi kona Pidda sigur somuleiðis, at tað er ákærdi, sum hevur fingið hetta í lag.

Er Piddi ikki úti 1. november, fer politiið at tveita hann út.

Men 1. november kemur og fer, uttan at nakað broytist á Gerðisvegi 34. Hetta vitnið sær Pidda spáka aftur og fram, sum var einki hent. Hon sær, at ljós er framvegis í húsunum, og at Piddi ikki er farin út.

Seinnapartin 1. november kemur fyrrverandi kona Pidda á vitjan og er rættiliga ørkymlað, tí Piddi ikki er farin úr húsunum, og tær báðar bíða spentar eftir, at politiið skal koma á staðið.

Men har kemur einki politi.

Vinkonan segði í rættinum, at ákærdi hevði verið inni hjá henni tríggjar ferðir, og at hon beinanvegin fekk andstygd mótvegis honum.

Einaferð vóru vinkonan komin inn til hennara saman við ákærda, eina aðru ferð komu tey í føðíngardag hjá einum av børnum hennara, og eina triðju ferð kom ákærdi einsamallur eftir børnunum hjá fyrrverandi konu Pidda.

Ákærdi sjálvur segði, at hann bara hevði verið inni hjá vitninum, tá hann hevði verið eftir børnunum hjá unnustuni, so heldur ikki her var samsvar millum tað, sum ákærdi sigur, og hvat vitnir siga.