Tað vóru helst nógvir føroyingar, sum settu seg væl tilrættis á sofuni og fylgdu við í fyrstu sendingini hjá Jákupi Veyhe av Bakarínum. Hetta er live sending við samrøðum og undirhaldi, sum verðu send annað hvørt leygarkvøld á Rás1 hjá Televarpinum.
– Ætlanin var faktiskt enn ambitiøsari, men – lukkutíð – valdu vit at byrja við »rullistarti«, tað vil siga ikki so langa sendiflatu, og tað er so tað, sum er blivið Bakaríið, sigur Jákup Veyhe.
Tað skuldi verða »lowbudget«
Jákup Veyhe, sum vit øll kenna frá Pipari & Salti, hevur áður gjørt sjónvarp, men ongantíð beinleiðis.
Tað er ein útfordring at gera sjónvarp – serstakliga tøkniliga. Vit ætlaðu allatíðina, at tað skuldi vera »low budget«, og at vit ikki skuldu ganga uppí tøkni. Men eg haldi, at vit hava gingið uppí tøkni kortini. Vit hava lánt og leigað útgerð, og tá ið vit – um nøkur ár – fara at duga at brúka útgerðina, verður tað helst lættari. Men enn er tað ein avbjóðing, greiður Jákup frá.
Hann og Petur Slyne eru sannførdir um, at ein slík sending manglar í Føroyum.
Vit høvdu neyvan farið undir hetta, um vit ikki hildu, at slíkt manglar í Føroyum, sigur Jákup Veyhe.
Men enn eru ambitiónirnar hjá skemtaranum ikki tær heilt stóru. Hansara størsta vón er tó, at sendingin kann fáa nakrar hyggjarar.
Eg veit ikki, hvat er týdningarmikið fyri okkum at fáa fram í sendingini. Vit vilja fegnir hava hyggjarar, og síðani at tað melur runt fíggjarliga, greiður Jákup frá.
Ólavur í Beiti
hvesti sær pennin
Eftir fyrstu sending fingu Bakaríið og Jákup Veyhe toyggið frá redaktørinum á Vágaportalinum, Ólavi í Beiti.
Ólavur í Beiti helt ikki, at sendingin nyttaði nakað sum helst.
Mær dámdi væl at lesa, at onkur skrivaði sína erligu meining. At kritikkurin var negativur, var partvís gott – tí vit fara sjálvandi at taka í egnan barm og rætta ymiskt, sum ikki var gott nokk. Ólavur skrivar, at hann ikki fer at hyggja eftir sendingini aftur. Tað er kanska eitt sindur harmiligt, sigur Jákup.
Vónirnar hjá føroyingum vóru helst stórar, tá ið boðað varð frá, at Jákup Veyhe skuldi standa á odda fyri eini LIVE sending.
Eg vænti, at slíkur kritikkur kemur, tí fólk eru vónbrotin av tí, tey síggja. Kanska eisini tí, at tey vænta okkurt meira, sum tey síðani ikki fáa, sigur Jákup Veyhe.
Hann heldur kortini, at tað er frálíkt at fáa kritikk, hóast kritikkurin ikki altíð er rættvísur.
Spyr meg aftur í summar
Jákup og Petur fara í annaðkvøld undir aðru sendingina, og hesaferð er danska Natholdet á vitjan.
Enn hevur tað verið stuttligt, stressandi og avbjóðandi at gera sendingina, men spyr meg aftur í summar, sigur Jákup skemtandi.
Fyri hann er live sjónvarp eitt arbeiði sum alt annað, men kortini eru onnur ting upp á spæl, tá ið Føroya fólk fylgir við.
Tað er ein »nerva« í, tá ið tað er beinleiðis. Tað gevur nakað, sum ikki ber til við einari sending, sum er á bandi. Til dømis kann onkur ringja til sendingina, og vit kunnu taka púra fesk evni upp, greiður Jákup frá.
Hann sigur, at sendingin fer at halda fram til í summar, men vil kortini einki lova.
Vit taka eina sending í senn, sigur Jákup Veyhe, sum kortini væntar at sendingin heldur fram til juni mánað.