Mær dámar skuggar og ljós

- Eg eri nokso spontan og ikki bangin fyri at leypa út í uppgávur. Tað kann vera ein styrki at vera spontan, men tað kann eisni vera ein veikleiki, um tú ikki dugir at halda eitt sindur aftur, sigur Anna Kathrina Højgaard, fotografur og listarkvinna. - Eg byrjaði at taka myndir sum stór smágenta, og tað var pápi mín, sum eggjaði mær. Honum dámdi sera væl at taka myndir og hevði sjálvur eitt ynski um at gerast fotografur. Hann gjørdist í staðin tryggingarmaður. Tað var pápi, sum soleiðis stuðlaði mær í at fara í læru. Sum ung átti eg gott myndatól, og tað var ikki so sjáldan, at eg tók myndir av floksfeløgum ? og viðhvørt fóru vit út í náttúruna at taka modelmyndir.

Tað sigur Anna Kathrina Højgaard, sum hevði sína fyrstu framsýning við fotomyndum í 1983. Síðan tá hevur hon ikki tal á øllum teimum framsýningum hon hevur havt ? og verið saman við øðrum um.

Anna Kathrina Højgaard fór at læra til fotograf so skjótt, hon varð liðug við realskúlan. Hon byrjaði at læra hjá Bambus, men var eisini hjá øðrum fotografum í Danmark í lærutíðini.

- Eg haldi sjálv, at eg kom heimaftur til Føroya við einum nýggjum og minni traditiónsbundnum hátti at fotografera upp á. Hetta gjørdi, at áhugi var fyri mínum myndum og motivum. Hetta var ein ógvuliga spennandi tíð, og eg haldi, at mín háttur at fotografera líka sum var startskotið til ta nýhugsan innan fotografering, sum vit sóu árini eftir.

Tá hon kom heimaftur til Føroya sum útbúgvin fotografur, fekk hon ymiskar uppgávur at gera fyri føroysku bløðini og lýsingarstovur, og serliga samstarvaði hon nógv við Ingvør Nolsøe, sum tá hevði stovnað sína egnu lýsingarfyritøku.

- Eg eri nokso spontan og ikki bangin fyri at leypa út í uppgávur. Tað kann vera ein styrki at vera spontan, men tað kann eisni vera ein veikleiki, um tú ikki dugir at halda eitt sindur aftur, sigur Anna Kathrina Højgaard, sum bæði er útbúgvin portret-og reklamufotografur, umframt at hon hevur roynt seg í ymiskum listarligum høpi.