Vísindafólk halda, at ein av mánunum hjá gongustjørnuni Saturn hevur ein ella fleiri ringar rundan um seg eins og gongustjørnan sjálv. Í 2004 fór rúmdarfarið Cassini fram við Saturn, og upplýsingar, sum tað sendi niður á Jørðina, benda á, at minst ein ringur er rundan um mánan Rhea. Er hetta so, er tað fyrstu ferð, at vísindin hevur funnið ein mána við ringi ella ringum.










